Á Emirates Stadium gjørdis franski landsliðsleikarin, Samir Nasri, stóra hetjan. Við báðum málinum í 2-1 sigrinum á Fulham, var hann høvðusorsøkin til at Arsenal er nýtt odda lið í Premier League.
Chelsea megnaði í dag bara at fáa javnleik móti Everton á heimavølli. Teir hava bara skavað sær fimm stig í seinastu seks dystinum og liggja á einum triðja plássi. Didier Drogba legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, men stutt fyri tíð javnaði Jermaine Beckford fyri Everton.
Eisini Tottenham spældi 1-1 javnleik í dag. Tað var miðverjin, Sebastien Bassong, ið legði Tottenham á odda, men tíggju minuttir fyri tíð javnaði Craig Gardner fyri heimaliðið Birmingham. Carlos Tevez skoraði einsamalla málið, tá Manchester City vann á Bolton á heimavølli.
Dysturin millum Blackpool og Manchester United er útsettur.
Arsenal er nýtt oddalið við 32 stigum, meðan Chelsea hevur 30 á triðja plássi, Manchester City 29 á fjórða plássi og Tottenham hevur 29 stig á fimta plássi.
Premier League úrslit í dag:
Kl: 15:00
Arsenal ? Fulham 2-1
Birmingham ? Tottenham 1-1
Blackburn ? Wolves 3-0
Chelsea ? Everton 1-1
Manchester City ? Bolton 1-0
Wigan ? Stoke 2-2
Kl 17:30
Blackpool ? Manchester United (Útsettur)