Chelsea móti Manchester fyrsta mars

Hetta er tó treytað av, at hvørki av liðunum skal út í ein umdyst av fimta umfari av FA-Cup.

 

Dysturin millum stórliðini skuldi verið spældur 19. desember á Stamford Bridge, men varð avlýstur longu tveir dagar framman undan vegna nógva kavan og rionga veðrið, sum tá var.

 

FA boðar frá, at skuldu bæði liðini verið sligin út av FA-Cup undan tað, kann dysturin spælast eitt cup vikuskiftu undan 1. mars.