Tað gekk akkurát, tá ið Chelsea seinnapartin vitjaði London grannarnar í Fulham, sum fyri stuttum hava sett Roy Hodgson, fyrrverandi venjaran hjá Toda Jónsson, sum ábyrgdarmann.
Úrslitið var 2-1 til Chelsea, sum harvið staðfesti triðja plássið í bestu deildini. Seinni í dag fara tvey tey fremstu liðini ? Arsenal og Manchester United - á vøllin. Arsenal verður á heimavølli partur av lokaluppgerð ímóti West Ham, og Manchester United skal á Old Trafford spæla ímóti Birmingham.
Danny Murphy legði í 10. minutti Fulham á odda, og soleiðis var støðan inntil tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. Salomon Kalou javnði, og í 62. minutti skoraði Michael Ballack sigursmálið fyri Chelsea.
Michael Ballack, sum fyri stuttum er komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg, var liðformaður í dag. John Therry og Frank Lampard, sum plaga at taka sær av hesi uppgávuni, eru báðir skaddir.










