Í 2014 skifti brasilski landsliðsmiðverjin, David Luiz, Chelsea út við franska Paris Saint-Germain. Franska høvuðsstaðarfelagið keypti Luiz fyri heili 50 milliónir pund. Tey flestu vildu nokk trúð, at yrkisleiðin hjá Luiz í Chelsea endaði tá, men so er ikki, tí at fyri løtu síðani kunngjørdi PSG, at David Luiz aftur verður Chelsea-leikari.
- Chelsea og Paris Saint-Germain eru samd um viðurskiftini í flytingini, ið merkir, at David Luiz aftur fer til London at spæla fótbólt, skrivar PSG í almennum tíðindaskrivi.
Einasti snávingarsteinurin, áðrenn David Luiz endaliga verður Chelsea-leikari aftur, eru persónligu sáttmálaviðurskiftini. Harafturat skal Luiz eisini standa eina obligatoriska læknakanning.
Sostatt náddi David Luiz bert at spæla í PSG í tvey ár, áðrenn leiðin nú aftur gongur til Chelsea.
Sambært Sky Sports rindar Chelsea 30 milliónir pund fyri Luiz. Tessvegna selur PSG leikaran fyri 20 milliónir pund minni enn fyri tað, sum felagið rindaði fyri David Luiz fyri tveimum árum síðani.
Nýggi venjarin hjá Chelsea, italski Antonio Conte, hevur sagt alment, at liðnum tørvaði ein nýggjan miðverja, og hann er nú funnin.










