Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Chelsea skal hava nýggjan vinstra bakk. Fyrrverandi vinstri bakkurin, Ashley Cole, ið spældi við Chelsea frá 2006 til 2014, valdi fyrr í summar at skifta til italienska AS Roma.
Nú er navn sett á avloysaran hjá Ashley Cole í Chelsea. Chelsea boðar í dag frá at felagið hevur keypt vinstra bakkin hjá Atletico Madrid, Felipe Luis.
Tað verður mett, at kostnaðurin fyri brasilska verjuleikaran liggur um 190 milliónir krónur.
Fyrr í summar hevur Chelsea eisini keypt toppskjúttan hjá Atletico Madrid, Diego Costa.










