Chelsea hevur longu sent venjaran heim

Premier League: Garham Potter fekk bara seks mánaðir í starvinum sum venjari hjá Chelsea

Chelsea koyrdi í gjár venjaran, Graham Potter, eitt hálvt ár eftir at felagið keypti hann leysan av sáttmálanum við Brighton. Partarnir gjørdu ein fimm ára sáttmála, men nú er alt bara minnir.

 

Hetta hevur verið eitt hendingarík hálvt ár. Chelsea hevur keypt fyri áleið tríggjar milliardir krónur í spælarum. Á vøllinum hevur tað gingið minni væl í landskappingini, har Chelsea nú liggur á 11. plássi.

 

Í Champions League hevur gingið nakað betri og liðið er enn við í endaspælinum. Her skal Chelsea møta Real Madrid. Favorittur at loysa Graham Potter av, er nýliga koyrdi venjarin hjá Bayern Munchen, Julian Nagelsmann.