Fríggjadagin á midnátt letur flytingargluggin aftur. Tá ber ikki til at keypa fleiri leikarar uttan so, at hesir eru sáttmálaleysir. Tað hava sum altíð verið nógvar søgur og gitingar frammi um hvør fer hvar fyri hvussu nógv.
Chelsea hevur gingið á odda við at styrkja sær hópin. Champions League vinnarnir hava brúkt ikki færr enn 800 milliónir krónur upp á leikarar sum Eden Hazard, Oscar, Victor Moses, Marko Marin og Cesar Azpillcueta.
Næstir teimum koma Manchester United, sum vóru bara ein minutt frá at vinna meistaraheitið seinasta kappingarár. Sir Alex Ferguson hevur keypt inn fyri áleið 440 milliónir krónur netto. Stóra keypið er hollendski framherjin, Robin van Persie, sum kom fyr áleið 250 milliónir krónur.
Á triðja plássi er Liverpool, sum hevur brúkt 340 milliónir krónur netto upp á leikarar sum Fabio Borini og Joe Allen.
Yvirskot í City
Eitt av feløgunum, sum higartil hevur yvirskot í flytingarglugganum er meistaraliðið Manchester City. Teir hava annars brúkt fleiri milliardir krónur upp á innkeyp seinnu árini, men higartil sigur uppgerðin at teir hava 48 milliónir krónur í yvirskot. Einsamalla keypið er Jack Rodwell, sum er keyptur úr Everton, meðan leikarar sum Emmanuel Adebayor og Adam Johnson eru seldir.
Tey bæði liðini, ið hava størst yvirskot eru Tottenham og Arsenal. Tottenham hevur júst selt Luka Modric fyri 250 milliónir krónur til Real Madrid, meðan Vedran Corluka, Niko Kranjcar, Steven Pienaar og Sebastian Bassong allir eru seldir fyri rímuligar upphæddir.
Roknað verður tó við, at Tottenham fer at nýta pengarnar fyri Luka Modric til at keypa fleiri leikarar afturat Jan Vertonghen, Gylfi Sigurdsson og Emmanuel Adebayor, sum eru komnir til.
Arsenal hevur aftur í ár mist lyklaleikarar. Robin van Persie stakk av til Manchester United, meðan Alex Song fór til Barcelona. Yvirskotið hjá Arsenal er tó ikki nógv meiri enn 100 milliónir krónur, tí inn eru komnir Oliver Giroud, Lukas Podolski og Santi Cazorla.
Transfer deadline day
Fríggjadagin verður tann altíð so spennandi transfer deadline day, sum seinasti dagurin tá tað er møguleiki fyri at keypa. Líkt er til at feløg sum Tottenham og Manchester City framvegis ikki hava keypt tað inn sum tey ætla sær. Tað er eitt sindur meiri óvist við Manchester United, Liverpool og Arsenal, sum øll eru sett í samband við leikarar.
Tað nýggjasta er, at Theo Walcott ikki skrivar undir nýggjan sáttmála við Arsenal og tí verður settur til sølu fyri áleið 120 milliónir krónur. Bæði Manchester City og Liverpool eru sett í samband við kvika vongin.
Onkuntíð hevur hesin seinasti keypsdagurin nærmast kollvelt fótbóltsheimin, men tað er ikki líkt til at tað hendir hesaferð. Men tað merkir ikki, at tað ikki verða fleiri flytingar fríggjadagin.
Tróndur Arge
Hesi feløgini hava brúk mest higartil:
1. Manchester City 804 milliónir krónur
2. Manchester United 439 milliónir krónur
3. Liverpool 316 milliónir krónur
4. West Ham 165 milliónir krónur
5. Sunderlnad 149 milliónir krónur
6. Southampton 131 milliónir krónur
7. Norwich 76 milliónir krónur
8. Aston Villa 59 milliónir krónur
9. Reading 49 milliónir krónur
10. Queens Park Rangers 46 milliónir krónur
11. Stoke City 41 milliónir krónur
12. Newcastle 33 milliónir krónur
13. West Bromwich Albion 21 milliónir krónur
14. Wigan 300.000 krónur
Hesi feløgini hava yvirskot á keypsmarknaðinum:
1. Tottenham 197 milliónir krónur
2. Arsenal 98 milliónir krónur
3. Manchester City 48 milliónir krónur
4. Swansea 47 milliónir krónur
5. Everton 44 milliónir krónur
6. Fulham 22 milliónir krónur