Chelsea hevði uppborið at vinna

Í gjárkvøldið spældu Chelsea og Bracelona í Champions League, og tað gjørdist enska felagið, sum vann stórdystin í London. Eitt mál kom í dystinum, og tað gjørdi Didier Drogba beint eftir hálvleikssteðgin.
- Chelsea hevði uppiborið at vinna. Chelsea hevur eitt framúr gott lið, og tað er trupult at spæla ímóti teimum, tá ið teir koma á odda, segði Barcelona-venjarin, Frank Rijkaard, eftir dystin.