Chelsea heldur kósini

Hóast tað tók sína tíð, áðrenn Chelsea fekk hol á ímóti Portsmouth, endaði tað við einum tryggum 2-0 sigur til oddaliðið

Fótbóltur

Chelsea liðið var møguliga ikki á toppinum eftir torføru uppgávuna mikukvøldið, tá Barcelona var á vitjan. Tí hevði Chelsea ilt við at bróta verjuna hjá botnliðnum Chelsea niður.
Men miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað sum ikki einaferð miðvallarin og toppskjútti hjá Chelsea, Frank Lampard, ið legði oddaliðið framum. Nakað seinni sló Arjen Robben sigurin fastan, tá hann skoraði til 2-0. Chelsea er nú fimtan stig frammanfyri Manchester United, og tí er ikki nógv, ið bendir á, Chelsea fer at snáva móti endanum.
Arsenal vann 1-0 á Bernabeu ímóti Real Madrid týskvøldið, men í dag gjørdist gerandisdagurin í Premier League aftur veruleiki. Arsenal var á vitjan hjá Blackburn, ið vann 1-0. Norðmaðurin Morten Gamst Pedersen skoraði einasta málið.
Botnliðið Birmingham fekk í dag ein sera umráðandi sigur, tá eitt annað botnlið, Sunderland, var á vitjan. Emile Heskey skoraði einasta málið í dystinum fyri steðgin.
Newcastle fekk enn ein sigur, tá Everton var á vitjan. Norðurenska felagið vann 2-0, og Nolberto Solano skoraði bæði málini.