Tað gongur, sum tað plagar fyri Chelsea í hesum døgum.
0-0 í hálvleikinum, og so koma málini í seinna hálvleiki.
Tað var júst tað, ið hendi í dag. Ikki tí, at liðini, Hull og Chelsea, høvdu hvør sín stóra møguleika í fyrra hálvleiki. Fyrst tá Sagbo gjørdist púra leysur eftir eitt mistak av John Terry, men bólturin fór langt við síðuna av.
Seinni, tá eitt væl spælt álop í vinstru førdi til, at Oscar kom at standa púra leysur mitt fyri, men hann gav sær ov langa tíð, og tí kundi málverjin tveita seg fyri skorið hjá Oscar.
Í seinna hálvleiki vísti Eden Hazard, hví hann er millum heimsins bestu miðvallarar. Sum so ofta fyrr dró hann inn frá vinstru, snýtti verjuna, og setti bóltin í høgru síðu, uttan møguleika hjá málmanninum.
Síðani hevði Chelsea stýr á dystinum, og fram til 85. minutt, tá Torres fekk ein møguleika og avgjørdi dysti til 2-0










