Chelsea gjørdi sína skyldu

Eftir eina sjokkbyrjan, tá Chelsea kom afturút eftir bert trimum minuttum, kom heimaliðið aftur og vann 2-1 á Liverpool.

Eftir eina sjokkbyrjan, tá Chelsea kom afturút eftir bert trimum minuttum, kom heimaliðið aftur og vann 2-1 á Liverpool.

 

Fyri aðru ferð í rað tapti Liverpool 2-1 á útivølli. Fyrru ferð var tað móti Manchester City, og hesaferð var tað móti Chelsea.

 

Tað byrjaði annars væl, tí longu eftir trimum minuttum kom útiliðið á odda 1-0, tá Martin Skertl var kvikastur á einum innleggs bólti og kundi leggja útiliðið á odda.

 

Tað gekk tó ikki so long tíð, áðrenn Eden Hazard eftir ein leysan bólt sendi í kassan til 1-1. Og tá so eitt gott uppspæl í høgru síðu endaði við, at Samuel Eto'o prikaði bólti inn, var ringt at síggja, hvussu Liverpool skuldi koma aftur.

 

So til endans ein tryggur sigur til Chelsea.