Chelsea vann greiðan 3-1 sigur á West Ham á Upton Park og liggur framvegis fremst í Premier League. Michael Essien skoraði tvey og Salomon Kalou skoraði eitt, áðrenn Scott Parker minkaði um munin til 3-1 fyri West Ham.
Á Emirates Stadium vann Arsenal 4-1 á Bolton og fylgir við Chelsea í oddinum. Laurent Koscielny, Marouane Chamakh, Alex Song og Carlos Vela skoraðu málini fyri Arsenal, men Johan Elmander javnaði fyri Bolton stutt fyri hálvleik.
Eitt av mest óvæntaðu úrslitinum í dag kom á St James? Park, har Newcastle tapti fyri uppflytarunum úr Blackpool. Gestirnir vunnu dystin 2-0 og liggja nú á einum flottum 4. plássi. Hóast nógvu innkeypini, so megnaði Roberto Mancini ikki at blanda kortini nóg væl, til at bróta niður Blackburn verjuna. Ein verjuvilla gjørdi at Nikola Kalinic í fyrra hálvleiki kundi leggja Blackburn á odda. Patrick Vieira javnaði sutt inn í seinna hálvleik, men hóast fleiri góðar mál møguleikar, so megnaði City ikki at leggja seg á odda.
Tottenham hevur fingið eina misjavnað byrjan uppá kappingarárið. Teir náddu Champions Legaue fótbólti, men í Premier League er tað bara blivið til fimm stig í fýra dystum, umframt at teir hava fingið fleiri lyklaleikarar skaddur. Michael Dawson og Jermain Defoe blivu skaddir við enska landsliðnum, meðan Luka Modric gjørdist skaddur í dag, tá Tottenham spældi 1-1 ímóti West Bromwich Albion.
Chelsea hevur 12 stig á fyrsta plássi, sum er fult stigatal. Arsenal hevur 10, meðan Manchester United hevur 8 á triðja plássi.