Chelsea fjepparar hittast leygardagin

Nýggja Chelsea fjepparafelagið í Føroyum er sera virkið.

 

Leygardagin hittast Chelsea fjeppararnir aftur til ein Chelsea-dyst í Premier League. Klokkan 17.30 leygardag fara teir føroysku Chelsea-fjeppararnir at hyggja eftir dystinum millum Chelsea og Wigan á Café Nátúr í Havn.

 

Nevndin í føroyska Chelsea-fjepparafelagnum hevur góðar vónir um, at talan verður um ein góðan dag í Café Nátúr, tí gongdin í Premier League hevur verið góð hjá Chelsea tey seinastu umførini.