Enska fótbóltssambandið hevur givið Chelsea eina bót á 170.000 krónur, meðan John Terry framvegis er undir illgruna fyri at hava ført fram rasistiskan málburð í dystinum móti QPR.
Sunnudagin tapti Chelsea heldur óvæntað 1-0 fyri Queens Park Rangers(QPR). Bæði Jose Bosingwa og Didier Drogba fingu beinleiðis reyð kort í fyrra hálvleiki. Tað fall ikki í góða jørð í Chelsea leguni, sum serliga mótmætli útvísingini hjá Jose Bosingwa.
Í løtum gjørdist tað heitt á Loftus Road og nú hevur enska fótbóltssambandið valt at givið Chelsea eina bót á 170.000 krónur, fyri ikki at hava tamarhald á sínum leikarum.
Í sama dysti er Chelsea liðskiparin, John Terry, ákærdur fyri at hava nýtt rasistiskan málburð mótvegis QPR miðverjanum Anton Ferdinand, sum er beiggi navnframa Manchester United miðverjan, Rio Ferdinand.
Eftir dystin vístu sjónbandamyndir, ið ferðastu runt á eitt nú Facebook og Twitter, at John Terry helst segði okkurt minni pent við Anton Ferdinand(sí sjónbandabrot undir greinini). Sjávur var John Terry skjótur úti og segði, at sjónbandabrotið ikki avspeglar støðuna, umfamt at hann hevur tosað við Anton Ferdinand og alt er gott millum teir báðar.
Enska fótbóltssambandið vil tó hava orðið á Anton Ferdinand, fyri at fáa greiðu á hvat er farið fram.
Ein líknandi støða tók seg upp í dystinum millum Liverpool og Manchester United á Anfield fyri smáum tveimum vikum síðani. Eftir dystin ákærdi Manchester United vinstri bakkurin, Patrice Evra, Liverpool framherjan, Luis Suarez, fyri at hava nýtt rasistiskan málbuð móti sær.
Sky Sports, sum sendi beinleiðis frá dystinum, sigur seg eingi prógv hava funnið á sínum upptøkum, sum undirbyggja tað, ið Patrice Evra hevur ført fram.
Tað hevur annars verið gjørt nógv burtur úr í Premier League fyri at koma slíkum málburði til lívs.