Enskir fjølmiðlar skriva, at Chelsea fer at knýta 33 ára gamla brasilska miðvallarspælaran Mineiro afturat sær innan stutta tíð. Chelsea hevur fleiri skaðar, og tað hevur fingið venjaran at senda boð eftir Mineiro, sum ikki er sáttmálabundin við nakað felag í løtuni. Mineiro var í summar til royndarvenjing hjá Arsenal, men har søgdu teir seg ikki kunna brúka spælaran, sum væntandi endar í Chelsea fyrsta dagin.