Chelsea eru svangari

Hetta hóast Chelsea endaði aftan fyri Manchester United í ensku Premier League.

? Eg veit væl, at fólk siga, at tað er ein fyrimunur fyri sjálvsálitið hjá teimum, at teir longu hava vunnið nakað. Hinvegin kann tað eisini gera, at teir eru róligari undan dystinum, tí teir vita, at nakað longu hevur eydnast. Og tað kann verða ein fyrimunur hjá okkum, sigur Cech. Hinvegin leggur hann dent á, at talan uttan iva verður um sera tætta uppgerð millum tey bæði liðini.