Chelsea er framvegis sjey stig á odda í Premier League, eftir at Willian skoraði avgerandi málið í evstu løtu. Manchester City og Manchester Untied vunnu tryggar sigrar.
Les eisini:So reyk enn ein Premier League venjari
Chelsea hevði í kvøld vitjan av Everton, sum hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Chelsea var aftur uttan Diego Costa vegna leikbann, meðan Cesc Fabregas er komin somikið yvir skaðan hjá sær, at hann kom inn í seinna hálvleiki.
Les eisini:Ørar pengaupphæddir í Premier League
Avgerðin fall seint í dystinum og ikki heilt uttan dramatikk. Tveir minuttir fyri tíð fær Gareth Barry sítt seinna gula kort fyri Everton. Tveir minuttir seinni skoraði Chelsea avgerandi málið við skoti uttanfyri brotsteigin.
Les eisini:Super Mario avgjørdi
Manchester City hevði ongantíð vunnið á Britannia leikvøllinum móti Stoke undan dystinum í dag. Tað er ikki tilfeldið longur. Manchester City vann heili 4-1. Sergio Aguero skoraði tvey, meðan James Milner og Samir Nasri skoraðu hini bæði.
Manchester United hevur verið fyri atfinningum, tí spælið ikki er so flótandi, sum fólk eru von við. Tað var tað heldur ikki í kvøld móti Burnley, men tá alt kom til alt, so vann Manchester United greitt 3-1. Verjuspælarin, Chris Smalling, skoraði tvey, meðan Robin van Persie skoraði triðja málið upp á brotsspark.
Chelsea(59) er framvegis á odda í Premier League, meðan Manchester City(52) er á øðrum plássi, meðan Manchester United(47) er á triðja plássi.
Premier League 25. umfar:
Í gjár:
Arsenal – Leicester 2-1
Hull – Aston Villa 2-0
Sunderland – QPR 0-2
Liverpool – Tottenham 3-2
Í kvøld:
Chelsea – Everton 1-0
Manchester United – Burnley 3-1
Southampton – West Ham 0-0
Stoke – Manchester City 1-4
Crystal Palace – Newcastle 1-1
WBA – Swansea 2-0