Chelsea í Champions League finaluni

Við einum ótrúligum liðavriki hevur Chelsea í kvøld tryggja sær annað av Champions League finalu plássinum. Sjálvt um John Terry fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvleiki, so megnaði Chelsea at fáa javnleik á Nou Camp og harvið spæla seg víðari til finaluna í Munchen.

 

Sergio Busquets og Andrés Iniesta løgu Barcelona á odda 2-0, meðan Ramiers minkaði um munin stutt fyri hálvleik áðrenn Fernando Torres avgjørdi uppgerðina til fyrimuns fyri Chelsea.

 

Joseph Guardiola valdi at byrja við framrættaða høgra bakkinum, Davi Alves, uttanfyri og bara hava tríggjar í verjuni. Chelsea liðið var óbroytt frá fyrra dystinum við Didier Drogba sum fremsta manni.

 

Longu aftaná 12 minuttir gjørdi Chelsea sína fyrstu útskifting. Gary Cahill sá út til at forstrekkja ein vødda í baklærinum og mátti takka fyri seg. José Bosingwa kom inn fyri hann og fór á høgra bakk, meðan Branislav Ivanovic flutti inn í miðverjuna.

 

Tjúgu minuttir fyri tíð mátti Barcelona so skifta ein av sínum miðverjum út. Gerard Pique fór av vøllinum eftir at hann fyrr í dystinum fekk ein stoyt í høvdið og kom ikki veruliga fyri seg. Í hansara stað kom Dani Alves.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik kom Barcelona á odda. Dani Alves fangaði bóltin uttanfyri brotsteigin eftir horna. Hann fann Isaac Cuenca í vinstru, ið sendi bóltin innfyri til Sergio Busquets, ið potaði bótin um málstrikuna.

 

Minuttin eftir fekk Chelsea liðskiparin, John Terry, beinleiðis reytt kort fyri føra knæið í ryggin á Alexis Sanchez uttan at bólturin var til staðar. Tað var hjálpardómarin, ið sá støðuna. Tað gingu bara minuttir, so legði Andrés Iniesta Barcelona á odda 2-0 tá Lionel Messi spældi hann leysan í brotsteiginum.

 

Júst sum Chelsea tótkist ongan møguleika hava, so varð Ramiers spældur leysur av Frank Lampard og lyfti bótin hegnisliga upp um Barcelona málverja og í mál. Minuttin undan fekk hann gult kort, sum merkir at hann ikki verður við í finaluni.

 

Seinni hálvleikur var bara tríggjar minuttir gamal, tá Barcelona fekk brotsspark. Didier Drogba feldi Cesc Fabregas. Lionel Messi sendi brotssparkið á tvørstongina.

 

Barcelona trýsti Chelsea heilt aftur í egnan brotsteig, men megnaði ikki at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Chelsea vardi manniliga og hevði onkran einkultan at avgera uppgerðina.

 

Seinastu minuttirnar megnaði Barcelona at skora, men Dani Alves var rangstaddur í uppspælinum. Minuttin seinni rakti Lionel Messi stongina.

 

Í yvirtíðini staðfesti Fernando Torres plássið hjá Chelsea í finaluni eftir eitt skjótálop. Hann var púra einsamallur og rak framvið málverjanum og trillaði bóltin í tóma málið til stóra gleði fyri Chelsea venjarin, viðhaldsfólkini og viðleikararnar.

 

Champions League hálvfinala:

 

Barcelona (0) – (1) Chelsea 2-2 (Chelsea vinnur samanlagt 3-2)

1-0 Sergio Busquets, 35

2-0 Andrés iniesta,

2-1 Ramires, 45+1

2-2 Fernando Torres, 90+1