Chelsea bjóðar uppá Torres

Enskir miðlar skriva í dag, at Chelsea hevur bjóða eitt stað í millum 350-400 milliónir fyri spanska framherjan í Liverpool, Fernando Torres. Undarligt nokk, so stríðist hann framvegis við at fáa hol á í Suðurafrika, men bæði hann, og fólk kring spanska landsliðið, hava givið skaðum skildina fyri vánaligu úrtøkuna hjá honum higartil í HM.

 

Liverpool keypti í 2007 Fernando Torres frá Atletico Madrid, men tað er enn ógreitt hvat hann kostaði. Tað verður mett, at hann kostaði á leið 250 milliónir og at Atl. Madrid fekk Luis Garcia í býti.

 

- Tá HM er liðugt fari eg at tosa við fólkini handan Liverpool og royna at fáa greiðu á støðuna í felagnum. Finna útav hvussu nútíðin sær út tog hvussu sær út við framtíðini. Eg fari sjálvandi eisini at tosa við nýggja venjaran, sigur Fernando Torres við spankst blað.

 

Fyrr í ár skrivaðu enskir miðlar, at Manchester City og Chelsea vóru til reiðar at gjalda góðar 700 milliónir fyri Fernando Torres.

 

- Áðrenn eg geri nakað við framtíðina hjá mær, so ætli eg mær at hugsa um HM og síðani fari eg á feriu, tí tað havi eg ikki verið í skjótt trý ár. Aftaná tað, tá kunnu vit tosa um hvat framtíðin hevur at bjóða, sigur Fernando Torres.

 

Fernando Torres hevur skorað 56 mál í 79 dystum fyri Liverpool. Í sponsku landsliðstroyggjuni hevur hann skorað 24 mál í 78 dystum.