Aðrar royndir fyrr í summar góvu Chelsea-leiðsluni ta fatan, at teir máttu bíða eitt ár, áðrenn AC Milan vildi lata brasilianaran av hondum.
Men lánisáttmálin, sum hevur sent Andriy Shevchenko til AC Milan, hevur betrað munandi um sambandið millum feløgini bæði, og sambært Daily Mail skilir Chelsea á lagnum, at Kaka er ídnari enn nakrantíð at skifta til Stamford Bridge.
Ein av høvuðsorsøkunum til, at Kaka vil sleppa burtur frá San Siro, er, at felagið hevur keypt Ronaldinho, og Kaka er alt annað enn fegin um lívsstílin hjá landsmanninum.
Skiftir Kaka til Chelsea, verður hann, sambært fleiri enskum miðlum, liðfelagið við ein annan landsmann sín, Robinho, sum skiftir frá Real Madrid fyri 285 milliónir krónur.









