Tað sá tó einki út hjá Chelsea, tá David Villa eftir bert átta minuttum legði heimaliðið fram um eftir eina verjuvillu. Chelsea fótaði sær tó so við og við, og stutt undan steðginum javnaði Joe Cole fyri gestirnir. Í seinna hálvleiki var sami Joe Cole arkitekturin aftan fyri sigursmálið hjá Chelsea, tá hann spældi Drogba frían við einari sera góðari avlevering. Sostatt fekk Chelsea uppreisn fyri vánaligu úrslitini síðstu vikurnar.