Chelsea aftur á odda

Chelsea hevði í dag vitjan av granninum úr West Ham. Liðini stríðast í hvørsínum enda av stigatalvuni. Chelsea legði seg eisini á odda longu eftir eitt korter, tá Alex skoraði. Men tá ein hálvur tími var farin, svaraði fyrrverandi Chelsea spælarin, Scott Parker, aftur, tá hann javnaði fyri West Ham. Í seinna hálvleiki tryggjaðu Didier Drogba við tveimum, og Florent Malouda við einum máli, sigurin fyri Chelsea.

 

Á útivølli móti Hull City, legði Andrei Arshavin Arsenal á odda í fyrra hálvleiki. Jimmy Bullard javnaði fyri Hull uppá brotsspark. Danin, Nicklas Bendtner, tryggjaði Arsenal í evstu løtu. Sostatt hava Chelsea og Arsenal 64 stig, meðan Manchester United hevur 63 stig.

 

Í kappingini um fjórða plássið, ið gevur atgongd til Champions League, vann Tottenham 3-1 á heimavølli móti Blackburn, meðan Aston Villa spældi málleysan javnleik á útivølli móti Stoke. Roman Pavlyuchenko skoraði tvey og Jermain Defoe skoraði eitt fyri Tottenham. Tottenham liggur trý stig frammanfyri Manchester City á fjórða plássi, men hava spælt tveir dystir fleiri enn City.

 

Úrslitin í Premier League:

 

Birmingham - Everton 2-2

Bolton Wanderers - Wigan Athletic 4-0

Burnley - Wolverhampton Wanderers 1-2

Chelsea - West Ham United 4-1

Hull - Arsenal 1-2

Tottenham Hotspur - Blackburn Rovers 3-1

Stoke City - Aston Villa 0-0