Fótbóltsheimurin hevur fingið ein sannan skelk í dag, eftir at tað er komið fram, at fyrrverandi Newcastle leikarin, Cheick Tioté, er deyður, bert 30 ára gamal.
Fleiri altjóða miðlar skriva at miðvallarin brádliga small um til venjing í kinesiska felagnum í dag, og tá hann kom á sjúkrahúsið, var eingin møguleiki fyri at fáa lív í aftur. Fyrstu ábendingarnar siga, at Cheick Tioté helst hevur fingið okkurt slag av hjartatilburði.
Cheick Tioté, sum er ættaður av Fílabeinsstrondini, skifti til kinesiskan fótbólt í februar mánað í ár, har hann hevur spælt fyri Beijing Enterprises. Undan tí hevur Cheick Tioté spælt í Newcastle síðani 2010. Cheick Tioté var føddur í 1986, og skuldi fylla 31 um gott og væl 14 dagar. Hann spældi 52 dystir fyri landsliðið hjá Fílabeinsstrondini.










