Chefideologur og løgtingsmaður komnir í trol?

Havhestarnir vóru onkuntíð so næskir, at teir dittaðu sær at lenda á dekkinum, táið svongdin dró teir eftir eini nýkruvdari gørn.

At standa og gálva og snýsa upp í ættina, meðan fílað var við oljutrýstsnellunum frá Bjarna í Miðvági, var hugaligt arbeiði. Kappingarelementið kókaði í æðrunum, rann sum froðandi íða á Stokknesgrunninum seinast í sjeytiárunum, men so hendi tað ólukkuliga onkuntíð, í krøppum sjógvi og rákið var í harðara lagi, at dergurnar komu í trol. Tá kom mistrivnaður í eina góða løtu, og sum Jákup Andrias í Kálvhúsinum, legendariski skiparin á Columbus, segði á sinni, tá líktist lúnningin mest av øllum eini illa tentari rívu. Einasta lívið var rútman frá rakdropunum, sum víðkaðu heimshøvini, og sárhentu fingrunum, ið royndu at greiða fløkjuna og trolið aftur.
Søgan sigur okkum, at tað er misjavnt, sum tað hevur vignast við spunasmiðum, politiskum, og hartil teimum ið hava roynt seg í øðrum lívsins gerðarmálum. Miskiljingar, misljóð, agaloysi og ov lítil ekvivalensur millum heilakyknurnar á suffløri og røðara, chefideologi og politikara og dukkuførara og entertainara vóru atvoldin til, at Frankenstein, Golem og Pinocchio miseyðnaðust sum søguligir figurar. Í øðrum førum hevur tað hildnast betri. Í nærum tveir mansaldrar sat Mikhail Andreyevich Suslov og stjórnaði reyðu zarunum í Kreml. Fyri tað hevði Rasputin stjórnað seinasta veruliga zarinum, Karl Rove manereraði sum spunavargur í Hvítu húsunum undir Bush-regiminum og í Danmark moderniseraði Struensee einaveldið og statsapparatið, meðan ein hálvbýttur og brekaður kongur varð sleipaður aftur og fram eftir europeiska meginlandinum í einum lokaðum rossavogni. Europeiska upplýsingartíðin varð ventilerað út í danska samfelagið ígjøgnum konu hansara, dronningina, sum føroyskir samríkjamenn plaga at taka til.
Statistiskt átti tað ikki at borið til, men í Føroyum hava vit seinastu tvey árini upplivað eitt media-politiskt tandempar, sum hevur roynt seg í seinru og nú í seinastuni í fyrru disciplinini. Í byrjanini gekk alt sum eftir ánni. Uppá stás. Populistisk media stunt, har ókendir ES-kommiserar vóru brúktir sum kúbein og jarnbrot í eini roynd at draga Føroyar inn í losjuna hjá europeiska kontinentalkapitalinum riggaðu. Eisini aðrar royndir, har ongin kendi veruligu fyritreytirnar, vóru gjørdar. Fjórða statsvaldið, við øllum sínum hentu mikrofonhaldarum, ið tíðum fløktust í ravmagnskáplunum, flutti seg í kadaverdisciplin, hvørja ferð parlamentariski harrin úr ríkisins metropoli gjørdi sína entré á heimlandsins poltiska podium. Tað veri seg á tíðindafundum á Parnassos ella av tingsins røðarapalli. Av góðum grundum vitsti ongin, um samljóð var ímillum harran og spunasmiðin, sum einaferð hevði verið so óvarðin í einum álopi, at hann noyddist úr frumskógini við Eiki-trøum fyri at heita á fjølmiðlarnar um at sletta síni egnu spor. Tað ræður um at virka í tí dulda, alt er confidentielt. Uppgávan er bara at dubba fyri avlát, at mýkja politisku spengurnar í meistaranum.
Byggir ikki Harrin húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí, varðar ikki Harrin staðin, so vakir vaktarin til ónyttu. Tað sum hendi, nú Eikimaðurin fór undir at virka sum spunasmiður fyri løgtingsmannin heldur enn fólkatingsmannin, Edmund Joensen, vaskikonurnar á Vestaru brúgv borga undir øllum umstøðum, var, at tað bráðliga fór at leka millum ástøði og verk. Ímillum teori og praksis.
Í so máta eru tvey grell dømi dagað undan í politisku sferuni síðani á Mikkjalsmessu. Undir fyrstu viðgerðini av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 gjørdi løgtingsmaðurin av Oyri bart, hann megnaði so dánt at skúra seg fram ígjøgnum eitt alin langt manuskript, og vit sum sótu í tingsalinum kundu valla annað enn fáa accosiatiónir til fríkirkjuprestin, sum Viderø kom í hóslag við í Bretlandi, ávegis til Jorsala. Honum tókti, at har vóru tveir prestar í einum, so lítið sum samljóðið var ímillum orð, hábrøgd og faktir. Edmund bardist sum úlvur á skóg hesa løtuna, tað skal hann eiga, serliga ímóti tunlagerð, serstakliga ímóti tunlunum Norð um Fjall. Lítið meira enn fjarðaður av pallinum verður podium hertikið av garvaða og snilda pragmatikaranum av Viðareiði, sum kundi staðfesta, at hesin sami Edmund Joensen, saman við trimum øðrum tingfólkum í farnu tingsetuni, altso fyri fáum mánaðum síðani, hevði lagt verklagsuppskot fram um, at tunlar skuldu gerast í Borðoynni fyri fjórðingsmilliard. Uppskotið varð samtykt. Tað kvøtti ikki úr oyrarmanninum aftur. Tíansheldur úr fjórða statsvaldinum. Kalsberg hevði ikki gjørt annað enn óvitin, sum avdúkaði, at keisarin var spillnakin. Sjálvíscenusetti sólkongurin var teptur. Sat sum lundi sligin á nevið. Spunasmiðjurin yviri við Strond hevði ikki gjørt sítt heimaarbeiði til lítar. Sufflørur og høvuðsleikari vóru komnir í trol. Sendu ikki á sama frekvensi. Annar á kortbylgju og hin á lægru frekvensunum á langbylgju.
Nú hendi tað so aftur. Maðurin sum bjargaði sær sjálvum við at broyta valskipanina fyri tveimum árum síðani krevur bráðliga, at broytingar í eini so vitalari skipan fyri fólkaræði, sum valskipanin er, ikki kunnu gerast uttan so, at fólkið verður spurt eftir. Allir miðlar kíka uttan Útvarpið, sum var so frægt útborið hesaferð, at tíðindadeildin hevði researchað og funnið útav, at hesin sami Edmund Joensen við hond og fót hevði stríðst ímóti eini fólkaatkvøðu, enntá atkvøtt ímóti henni, táið ein broyting í valskipanini skuldi bjarga honum ein tingsess aftur fyri tveimum árum síðani. Tá var hann komin í trol við lokalpolitiska baklandið í 266b-málinum, og nú kom hann – Guð náði meg – aftur í trol við Eikimannin yviri við Strond, sum heldur ikki hesaferð hevði gjørt sítt heimaarbeiði til lítar.
Trupulleikin og læran av hesum er, at aðrir aktørar í politisku skipanini ongantíð vita hvørjum teir eru uppi ímóti, einum fólkavaldum politikara ella einum miðlaráðgeva hjá øðrum av stóru peningastovnunum í Føroyum. Tí má Edmund týða til Sálmarnar, og fáa tak á støðuni aftur, soleiðis at samljóð og -róður aftur verður ímillum heilagøgnini á Joensen og Højgaard í ókomnum døgum. Annars verður tað sum á íslandsmiðunum, tað verður ov lættkomið hjá havhestunum at stoyta seg niður á tær garnarnar, sum av gáloysni og av óvart ikki í tøkum tíma vóru traðkaðar út ígjøgnum lensiportrini. Dergurnar mega greiðast.
Hendan greinin kemur sjálvandi ikki út á javnaðar/sambands-rásina og ditto portalin (hjá almenna partafelagnum FøroyaTele). Kanska ditto blaðið tekur hana upp einaferð í næstu viku. Ritroyndin var bara ætlað sum íkast til aktuella og komandi problematikkin, sum finst á ógreiðu kommandovegunum ímillum ábyrgdarleysar politiskar spunasmiðir og politiskar kannustoyparar, ið fult og heilt hava givið seg í teirra vald. Í hasum minufeltinum liggur demokratiski vandin, latenti spurningurin er, annaðhvørt tað er Gepetto ella Pinocchio sum ræður fyri borgum. At Edmund Joensen í einum tvey ára tíðarhvarvi berjist fyri og síðani ímóti einum og sama prinsippmáli sigur alt um, hvussu viðbrekið fólkaræðið í grundini er. Borgarin og veljarin eiga tó altíð seinasta orðið. Tað man vera longst sum best.