“CHE” er nú flotað!

Páll á Reynatúgvu

Fíggjar og vinnunevndarlimur á skútuni “CHE”

 

 

 

Tað hevur verið sagt so oftani fyrr, men tolir kortini endurtøku. Tað er undir landi at skerini eru. Soleiðis eisini við hesari samgonguni, sum nú leggur frá landi. Vónandi til langfarafiskiskap, men um ikki formennirnir beinanvegin taka um stýrisvøl, er skjótt at hvør einstakur gerst sín egni lítli skipari.

Sjálvandi eru leikir í telvingini, sum vóru hepnir og aðrir minni hepnir. Tað er ikki styrkistekin hjá størsta flokki á Tingi og veruliga sigursharranum á valinum, ikki at eiga Løgmann, ella landsstýrismannin í fíggjarmálum. At flokkurin so samstundis ikki megnaði at telva seg til formanssessin í fíggjarnevndini, er helst ein parlamentariskur veikleiki.

Tá tað er sagt, so er veruleikin, at umboðanin í landsstýri og á Tingi, er breið og stinn. Ivist tí onga løtu í at samlaða manningin á skútuni er virkisfør og hevur evnini at finna politisku semjurnar, sum geva samfelagsligu úrslitini. Ivist heldur onga løtu í at samstarvsfelagarnir, eru sinnaðir til eitt samstarv, sum skal røkka longur enn til dagin í dag.

Tað hevur verið róð uppundir at tað eru týdningamiklir snávingarsteinar í hesum samstarvinum, flokkarnar millum, og persónarnar millum. Og einki er at ivast í, at so er. Tí er tað av alstórum týdningi at samskiftið millum formennirnar og okkum fólkið á gólvinum, er búgvið og skilagott. Renna vit undan “stóru” trupulleikunum, tá trýstið frá áhugabólkum og fjølmiðlum, søkkur saman um samgonguna, er lætt at lítil neisti kyndir stóran eld. Eldfimu viðurskiftini eiga tí at viðgerast innanhýsis fyrst og fremst, og helst, als ikki aðrastaðni.

Latið okkum tí saman fáa formaliserað samstarvslagið og sett út í kortið við politisku ætlanunum beinanvegin, so ikki hvør einstakur byrjar at velja sær steinarnar til egnar varðar. Ein samgonga uppá 17 tinglimir er í orðsins rætta týdningi, ikki sterkari enn veikasta liðið. Tí krevst dirvi nú, fyri at heysta seinni.

Haldi eisini at ógvusliga og miðvísa, sentrala umboðanin í landsstýrinum, bert á ein hátt kann prógva sítt tilverugrundarlag. Við heldur enn at kradda inneftir, so má landsstýrið laða løðasteinarnar út um alt landið, so tilveran gerst betri, liviligari og meira samhaldsføst hjá øllum føroyingum. Ítøkiligar betranir uttanfyri meginøkið eru eitt krav, um ikki alt sum flyta kann, fer at flyta. Inneftir. Og tað er ikki ein haldfør loysn fyri Føroyar.

Góðan fiskiskap, skipari og manning!