Chavez stríðist fyri lívinum

Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, liggur á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Caracas og stríðist fyri lívinum. Tað segði varaforsetin, Nicolas Maduro, í gjárkvøldið.

Varaforsetin segði, at Chavez hevur brúkt alla sína tíð og alla sína orku til at bøta um viðurskiftini hjá fólkinum, og at hann hevur gloymt at hugsa um sína egnu heilsu.

Fyri trimum mnánaðum síðani bleiv Hugo Chavez lagdur undir skurð fyri fjórðu ferð fyri krabbamein, og eins og hinar ferðirnar bleiv tað gjørt í Kuba. Chavez kom aftur til Venesuela fyri fjúrtan døgum síðani og hevur verið á sjúkrahúsi síðani.