Chase á alnetinum

Føroyski hardrokkbólkurin Chase hevur ikki latið hoyrt frá sær í fleiri ár, men nú er bólkurin aftur aktuellur, ikki við fløguútgávu, men við síni egnu myspace síðu.

 Bólkurin, ið seinast gjørdi comeback í 2001 við fløguni Sum Tjóvur á Nátt, boðar á síðuni myspace.com/wechase frá, at teir tosa saman og gera ætlanir. Á síðuni ber til at hoyra løg av báðum útgávunum Chase og Sum Tjóvur á Nátt.