Sigurin var eitt krav hjá Charlto, tá teir í gjárkvøldið fingu vitjan av Tottenham. Taptu teir dystin, máttu teir taka við avleiðingini, sum var eitt pláss í næstbestu deildini komandi kappingarár. Við málum frá Dimitar Berbatov og Jermaine Defoe vann eitt væl upplagt Tottenham-lið lokaluppgerðina, og so var eingin vegur aftur hjá Charlton.
Umframt Charlton, er Watford longu flutt niður í næstbestu deildina. Triði niðurflytarin verður funnin um vikuskiftið, har Sheffield United, Wigan og West Ham øll eru í vanda fyri at flyta niður.
Tveir av uppflytarunum til Premier League eru funnir. Sunderland og Birmingham flyta beinleiðis upp, meðan Derby, West Bromwich, Wolverhampton og Southampton skulu spæla play-off endaspæl um seinasta uppflytingarsessin.