Charlie George is a Cat við endurinnspæling av jólaklassikara

Men hvør er Charlie George is a Cat – og hvaðani stavar navnið frá?

 

Jú sært tú, í 6 ár hava Jákup Sofusson og Kenneth Hovgaard undirhildið og endurtulkað klassikarar fyri áskoðarafjøld undir navninum Charlie George is a Cat. Men navnframa kettan, sum er uppkallað eftir einari Arsenal legendu, hevur flogið undir radaranum alla sína tíð. Egið tilfar er onki útgivið enn, og ongar útgávur hava verið undir bólkanavninum; til nú. Jákup og Kenneth geva her síni boð upp á ”Have Yourself a Merry Little Christmas”, sum kanska serliga bleiv kendur, tá Frank Sinatra í sínari tíð gav hansara útgávu út.

Charlie George is a Cat ynskir við hesum øllum eini gleðilig jól og gott nýggjár!

Ein serlig tøkk til Paula Magnussen fyri frálíkt undirspæl á bassinum. 

Streingir, upptøkur, mix og mastring: Jákup Sofusson

Rødd: Kenneth Hovgaard

Bass: Pauli Magnussen

 

##med2##