Charley Pride deyður av koronasmittu

Countrysangarin Charley Pride er deyður, 86 ára gamal.

Pride verður mettur sum fyrsta litta countrystjørnan.

Sambært útlendskum miðlum doyði Charley Pride í dag. 12. Desember, og deyðsorsøkin hevði samband við koronasmittuna.

Pride megnaði 52 top 10 hitt á Billboard Hot Country Songs. Heili 30 av hesum rukku upp á fyrsta pláss.

Pride var stórt nevn í sjeytiárunum, men enn verður lurtað eftir honum. Mest spælda lag hansara á Spotify, Kiss an Angel Good morning, hevur 21,6 milliónir spælingar.

Charley Pride vitjaði í Føroyum í 2009 og sang hann tá saman við Halli Joensen.