Charles kongur hevur fingið krabbamein

75 ára gamli kongurin er í dag farin í viðgerð fyri krabbamein, boðar Buckingham Palace frá

Charles kongur av Bretlandi Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix

75 ára gamli Charles kongur av Bretlandi hevur fingið staðfest krabbamein. Hesum boðar Buckingham Palace frá í dag sambært sjónvarpsstøðini BBC og Sky News.

 

Kongurin er í dag farin í viðgerð fyri sjúkuna, sigur bretska kongshúsið.

 

Tey hava tó ikki upplýst, hvat slag av krabbameini talan er um. Men tað er ikki prostatakrabbi, skrivar BBC.

 

Kongurin varð fyri eini viku síðani skrivaður út av sjúkrahúsi í London, har hann tríggjar dagar frammanundan var lagdur undir skurð fyri prostata.

 

Charles kongur hevur síðani 8. septeber í 2022 verið kongur í Bretlandi. Hann er elsti sonur Elizabeth 2. dronting og gjørdist kongur, tá hon doyði.

 

/ritzau/

 

Charles kongur av Bretlandi Mynd: Pool/Reuters/Ritzau Scanpix