Røðan, ið bleiv tikin upp tann 13. desember, varð í kvøld send frá St. George’s Chapel á Windsor Castle, har drotningin fyrr í ár varð jarðað við síðuna av manni sínum - og pápa Charles – prins Philip.
Ikki óvæntað fylti deyðin hjá mammuni nógv í røðuni.
- Jólini eru ein sera rørandi tíð hjá okkum, ið hava mist onkran vit elska. Vit merkja tykkara nærveru í hesum døgum.
- Eg kann ei takka tykkum nóg mikið fyri allan tann kærleika og samhuga, tit hava víst okkara familju, segði Charles kongur.
Talan snúði seg eisini um kreppuna og um tey, ið hjálpa menniskjum í neyð.
- Eg vil serliga fagna teimum, ið við mati, gávum ella teirra dýrabæru tíð, hjálpa og stuðla teimum, ið hava størstan tørv á tí.
Ein heilsan fór eisini til heilsuverkið, ið bløðir í hesum døgum. Fyrr í hesum mánaðinum vóru sjúkrarøktarfrøðingar í Bretlandi í størsta verkfalli í bretskari søgu.
Charles kongur nevndi bara son sín krúnprins William. Kongurin nevndi ikki hin son sín, prins Harry, í røðuni.
Bretska kongshúsið hevur í seinastuni verið í einum ódnarveðri. Fyrst í hesum mánaðinum kom nýggja sendirøðin “Harry & Meghan” á Netflix. Í sendirøðini varpa hjúnafelagirnir, prins Harry og Meghan Markle ljós á fleiri myrkar skuggar av tí at vera ein partur av bretsku kongafamiljuni. Í sendirøðini finst parið harðliga at bretsku fjølmiðlunum, og skuldsetur nøkur í kongafamiljuni fyri at vera rasistisk.