Charles kann gifta seg aftur

Maðurin, sum eftir øllum at døma verður næsti erkabiskupurin í Canterbury, fer at góðtaka, at Charles prinsur kann gifta seg við Camillu Parker Bowles.

Rowan Williams, sum er erkabiskupur í Wales, verður hildin at vera tann, sum hevur bestu møguleikarnar at taka við eftir George Carey sum erkabiskupur í Canterbury og leiðari í anglikansku kirkjuni.

Sambært blaðnum Sunday Telegraph skal Rowan Williams hava sagt, at Charles prinsur og vinkona hansara Camilla Parker Bowles eiga at fáa somu sømdir sum øll onnur, og at tey tí eisini eiga at koma undir reglurnar, sum loyva fráskildum at gifta seg aftur. Higartil hava teir einstøku prestarnir sjálvir gjørt av, um teir vilja víga fólk, sum eru fráskild.

Formliga er einki í vegin fyri, at Charls prinsur kann gifta seg uppaftur í kirkjuni, men tað at móður hansara, Elizabeth drotning, hevur evstu leiðsluna í anglikansku kirkjuni, hevur í veruleikanum forðað tí.

Anglikanska kirkjan hevur sum so ikki lagt seg út í eitt møguligt giftarmál hjá Charles prinsi, men kirkjuleiðarar hava tó sagt, at tað hevði verið betur hóskandi, at tann komandi kongurin er giftur, heldur enn at hann livir ógiftur saman við unnustu síni.