Í brasilska fótbóltsfelagnum Chapecoense hava tey roynt at arbeitt seg upp til at byrja av nýggjum aftaná ræðuligu flogvanlukkuna í Kolumbia tann 28. november í fjør, sum kostaði 19 av leikarunum hjá Chapecoense lívið.
Hóskvøldið 26. januar skal Chapecoense á heimavølli spæla sín fyrsta dyst í meistaraspælinum í Brasil. Talan verður um ein heimadyst, sum verður spældur ímóti Joinville.
Í Chapecoense hava tey havt 90 leikarar til royndarvenjingar. Aftaná eina tíð var talið skorið niður á 50 leikarar, og nú verður skorið niður aftur, so Chapecoense hevur ein hóp uppá 25-27 leikarar. Av hesum 25-27 leikarunum verða 18-20 nýggir leikarar. Hinir sjey leikararnir verða leikarar, sum ikki vóru við á ferðini hjá Chapecoense at spæla finalu í Copa Sudamericana ímóti kolumbiska liðnum, Atlético Nacional. Copa Sudamericana svarar til Europa League á okkara leiðum. Atlético Nacional vísti stórsinni aftaná ræðuligu flogvanlukkuna og boðaði suðuramerikonsku fótbóltssamgonguni, COMNEBOL frá, at tey ynsktu, at Chapecoense fekk heiðurin at vinna Copa Sudamericana uttan dyst. Øll tóku undir við hesum, og á myndini sæst forsetin í Chapecoense, Plinio David taka ímóti Copa Sudamericana steypinum. Hetta gevur samstundis Chapecoense rættin til at kappast í Copa Libertadores, sum svarar til Champions League í Evropa.
Verjuleikararnir Neto og Alan Ruschel, og málverjin Jackson Ragnar Fullmann yvirlivdu flogvanlukkuna. Jackson Ragnar Fullmann misti annan fótin, men høvuðsvenjarin hjá Chapecoense, Rui Costa vónar, at Neto og Alan Ruschel kunnu spæla fyri Chapecoense aftur. Tað hevði havt stóran sálarligan týdning fyri Chapecoense og øll viðhaldsfólkini hjá sorgarrakta brasilska fótbóltsfelagnum.