Channe Nussbaum Trio

Á Planet Awards verður høvið at hoyra forvitnisligan fusións fólkatónleik og klezmer tónleik frá donsku Channe Nussbaum Trio. Hetta er ein av konsertunum á hennara konsertferð í Føroyum. Henda ferð erin partur av FO-DK Konsertferðunum.

 
Channe Nussbaum hevur við trimum róstum fløguútgávum og einari nýggjari fløguútgávu á gáttini víst seg sum tann fremsti úrmælingurin innan klezmer tónleik í Danmark. Á konsertferðini í Føroyum fer hon at spæla nýggjan fusións fólkatónleik á donskum, har balkan tónleikur, klezmer salsa og danskur vísupoppur ganga upp í eina hægri eind. Harumframt fer hon at spæla vanligan klezmer tónleik á jiddiskum.