Change we need

Oddagrein:

Okkum tørvar broyting er yvirskriftin í valstríðnum hjá Barack Obama, og ongantíð í søgu USA hevur eitt herróp hóskað so væl til eina politiska støðu. Olof Palme verður mangan mintur fyri orðini: politikkur er at vilja. Eftirtíðin hevur lyndi til at gloyma, at tað, sum Palme í veruleikanum segði var, at politikkur er at vilja broyting. Palme visti og skilti, at eitt samfelag í roynd og veru hevur tveir valkostir: at standa í stað ella mennast og broytingin er týdningarmesta fortreyt fyri menning. Tann karismatiski Obama minnir ikki sørt um Palme – politiskt sovæl sum persónliga.

 

USA er undir Bush fyrisitingini steðgað upp. Her eru ongar broytingar hendar, eingin menning og hvørki nútímansgerð ella nýskapan. Harðrendi neokonservativu politikkurin og tann sterki nýliberali búskapar- og fíggjarpolitkkurin hava havt køvandi ávirkan á alt amerikanska samfelagið. Úrslitið er búskaparlig stagnatión, ovurstórt hall á samveldisfíggjarlógini, metstór almenn skuld, arbeiðsloysi og húsagangur. Bankakreppan kom ikki av ongum, men av, at alt bankaeftirlit varð strikað, tí eftirlit sampakkar ikki við neoliberalismuna. Metstóra arbeiðsloysið stavar m.a. frá, at amerikanska stjórnin als ikki hevur skilt globaliseringina og tí onga strategi hevur havt til tess at takla hana. Obama hevur eina greiða strategi og tað er m.a. hetta, sum onkur t.d. formaður Fólkafloksins hevur tulkað sum isolationisma. Orkutrotið hevur verið ein tann størsti trupulleikin seinastu átta árini. Í staðin fyri at finna alternativar orkukeldur og reka ein orkusparandi politikk hava Bush og fylgisneytar við hermegi roynt at vinna ræðið á oljuni í Miðeystri. Í staðin fyri at fara at rótini til yvirgang hevur USA síðan nine eleven ført eitt kríggj móti yvirgangi, sum bert hevur økt um yvirgangin og elvt til, at USA hevur mist allar vinir í triðja heiminum. Hesin politikkur hevur elvt til sorgarleikir, ótrygd og ófrið ikki bert í Miðeystri – hesin politikkur hevur gjørt, at USA hevur mist leiðsluna í heiminum. Kina og India gera seg til reiðar at taka um róðrið.

 

Tað er tí so satt sum tað er sagt, at USA tørvar broyting á øllum økjum. Obama hevur málini, hann hevur strategiirnar og framum alt hevur hann viljan til broyting. Uttan ein sterkan broytingarsinnaðan forseta kemur USA ikki aftur á føtur. Politikkur Obamas kann fyri amerikanarum tykjast at merkja ógvusligar broytingar, tí teir hugsa so nógv øðrvísi enn t.d. europearar. Í roynd og veru er bert talan um at byggja upp eitt vælferðarsamfelag, sum vit kenna tað í vestureuropa - um at nútímansgera útbúgvingarverkið og arbeiðsmarknaðin, so hesi matsja altjóðagerðina, um at reka ein orkupolitikk, sum kann tryggja, at USA ikki næstu mongu árini gerst enn meira búskaparliga og politiskt heft at diktaturstatum í Miðeystri og í latínamerika. Sagt við øðrum orðum merkir Obama ein tryggari heim, meðan McCain merkir, at sama politiska vandakósin verður hildin, til vanlukkan rakar USA og allan heimin sum ein triði heimsbardagi ella ein altoyðandi orkukreppa. Tað eru tí allar orsakir til at ynskja Barack Obama og harvið okkum øllum eitt gott val í dag eins og orsøkir eru til at fegnast um, at Jóannes, Kaj Leo og Høgni eru heilhugaðir Obamamenn. Hetta síðsta er okkum øllum til heiðurs.