Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í kvøld dyst á útivølli í innleiðandi bólki B í Champions League. Dysturin var leiktur í Ungarn móti Szeged.
Tað eydnaðist GOG at vinna dystin 37-34. Í steðginum var Szeged á odda 16-15.
Óli var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá GOG. Frederik Bjerre var við 12 málum stórskjútti hjá GOG í kvøld.
Við sigrinum fór GOG upp á fimta plássið í bólki B, har teir hava 11 stig.
Komandi mikukvøld klokkan 17.45 spælir GOG seinasta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í Svendborg Arena. Dysturin verður móti botnproppinum, RK Zagreb, ið bert hevur tvey stig. Um GOG vinnur tann dystin, og PSG sama kvøld ikki fær fult móti Magdeburg endar GOG á fjórða plássinum í bólki B.
Tá bólkaspælið er liðugt skal GOG spæla tveir Play Off dystir móti einum liði úr bólki A, har samlaði vinnarin vinnur seg í fjórðingsfinalurnar.











