Champions League: Liverpool og United fingu torføra mótstøðu

Fleiri spennandi uppgerðir, har Manchester United og Liverpool fingu torføra mótstøðu

Lutakastið til 1/8-finalurnar í Champions League hevur verið í dag. Talan er í fleiri av førunum í spennandi uppgerðir millum søgurík og vælspælandi lið. Manchester United og Liverpool rendu seg í torføra mótstøðu. José Mourinho skal takla Neymar og Paris Saint-Germain, meðan Jurgen Klopp og Liverpool skulu takast við Bayern Munchen.

 

Hartil skal Cristiano Ronaldo aftur til Madrid, har Juventus skal takast við Atletico Madrid. Tottenham skal spæla móti Borussia Dortmund, meðan fyrrverandi stórfelagið í Evropa, Ajax, skal spæla móti Real Madrid. Manchester City og FC Barcelona mundu fáa eitt gott lutakast. Tey skulu spæla móti ávikavist Schalke 04 og Lyon.

 

Soleiðis er eisini í dag. 1/8 finalurnar verður spældar millum 12. feburar til 13. mars. Ein stór broyting til endaspælið í Champions League er, at VAR verður tikið í brúk. Hetta er dómarahjálp við video.

 

Beinleiðis lutakast:

Schalke 04 - Manchester City

Atletico Madrid - Juventus

Manchester United - Paris Saint-Germain

Tottenham - Borussia Dortmund

Lyon - FC Barcelona

AS Roma - FC Porto

Ajax - Real Madrid

Liverpool - Bayern Munich

 

Bólkavinarar:

FC Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint-Germain og Real Madrid

 

Nummar tvey:

Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham

 

Upptakt:

Bólkavinararnir eru FC Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint-Germain og Real Madrid. Tey kunnu ikki møta hvørjum øðrum í fyrsta lutakastinum.

 

Síðani komu Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham víðari sum nummar tvey í bólkinum. Tey kunnu heldur ikki møtast innanhýsis í 1/8-finaluni.

 

Hartil, so kunnu lið, ið hava verið í bólkin saman heldur ikki møtast. Tað vil siga, at Liverpool kann ikki møta PSG, Tottenham sleppur undan FC Barcelona, meðan Manchester United ikki kann møta Juventus. Lið úr sama landi kunnu heldur ikki møtast í 1/8 finaluni.

 

Tað merkir, at eitt nú Liverpool kemur at møta FC Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus ella Real Madrid. Tottenham hevur somu møguleikr, men sleppur undan FC Barcelona, men kann renna seg í PSG. United sleppur undan Juventus, men kann fáa antin FC Barcelona ella PSG úr pottinum.

 

Bólkavinarar:

FC Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint-Germain og Real Madrid

 

Nummar tvey:

Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke og Tottenham