Nú klokkan 11 verður lutakast til kvartfinalurnar í Champions League, og vit á in.fo fylgja lutakastinum beinleiðis.
Fyrstu liðini úr krukkuni eru Barcelona, sum seinast vann kappingina í 2015, sum skal spæla móti Roma. Sevilla skal spæla móti Bayern München, Juventus skal spæla móti Real Madrid, meðan tey bæði ensku liðini skulu hittast, Liverpool og Manchester City.
Barcelona - Roma
Tey hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum, hava vunnið ein dyst hvør og spælt tveir javnleikir.
Sevilla - Bayern München
Tey hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum áður.
Juventus - Real Madrid
Ein endurtøka frá finaluni í fjør, sum Real Madrid vann.
Tey hava spælt 19 ferðir móti hvørjum øðrum. Real Madrid hevur vunnið níggju ferðir, Juventus átta ferðir og tveir dystir eru endaðir javnir.
Liverpool - Manchester City
Hetta verður fyrstu ferð at hesi bæði liðini hittast í Champions League. Tey hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum í Premier League í ár. Tann fyrra vann Manchester City, meðan Liverpool vann tann seinna.
Tey átta liðini, sum eru eftir í kappingini eru:
Barcelona
Bayern München
Juventus
Liverpool
Manchester City
Real Madrid
Roma
Sevilla.
Kvartfinalulutakastið er opið, tað vil siga, at ongar avmarkingar eru settar fyri hvørji lið kunnu hittast. Tí kunnu tvey lið úr sama landið verða trekt móti hvørjum øðrum.
Dystirnir í kvartfinaluni verða spældir 3. og 4. og 10. og 11. apríl.
Semifinalurnar verða spældar 24. og 25. apríl og 1. og 2. mai.
Finalan verður spæld á olympiska leikvøllinum í Kiev 26. mai.
Greinin verður dagførd so hvørt sum liðini verða drigin úr krukkuni.