UEFA hevur avgjørt, at Champions League final í 2013 verður á Wembley, í samband við at enska fótbóltssambandið fyllur 150 ár tá.
Tann besta Champions League finalan í 20 ár, tað er eftirmælið, ið finalan í ár hevur fingið frá UEFA. Tað er eisini ein av orsøkinum til, at UEFA hevur avgjørt hon longu skal aftur til Wembley um tvey ár. Tað verður sjeyndu ferð, at finalan verður leikt á tjóðarleikvøllinum í Onglandi. Hetta er eisini fyrstu ferð, at ein leikvøllurin hevur fingið heiðurin at hýsa Champions League tvær ferðir upp á trý ár.
Forsetin í UEFA, Michel Platini, sigur at tað millum annað er væl eydnaða finalan í ár, umframt at enska fótbóltssambandið fyllur 150 ár, sum eru høvðusorsøkirnar til at finalan aftur verður í London. Seinastu tvær ferðirnar finalan hevur verið á Wembley hevur Barcelona vunnið hana, so tey í Barcelona er sikkurt væl nøgd við valið.