Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld fjórða dystin í bólki A í Champions League, og eins og í teimum trimum fyrru dystunum endaði tað við sigri til Kiel.
Kiel vann á heimavølli í Wonderino-høllini í Kiel 35-31 á pólska stórliðnum, Industria Kielce. Í steðginum var Kielce á odda 16-15.
Kielce var væl við líka til støðuna 29-27 til Kiel. Tá eydnaðist tað Kiel at økja til 33-27, og so var sloppið hjá Eliasi og liðfeløgunum.
Elias gjørdist saman við Eric Johansson toppskjútti hjá Kiel. Elias og Eric Johansson skutu sjey mál hvør. Elias legði eisini upp til fitt av málum hjá viðleikarunum.
Stóri lokali miðilin í Kiel, Kieler Nachrichten skrivar, at Elias var besti leikarin hjá Kiel í kvøld.
Kiel er oddalið í bólki A við átta stigum fyri fýra dystir. Kiel er einasta ósigraða liðið í bólkinum.
Komandi leygardag klokkan 15 skal Kiel aftur í eldin. Tá spæla teir á útivølli móti Leipzig í dysti í týsku bundesliguni.
Hóskvøldið 19. oktober spælir Kiel á útivølli í Noregi móti Kolstad í dysti í Champions League.