Eftir eitt heldur misjavnt kappingarár í 2013/2014 í Premier League, var enska stórfelagið, Manchester United, í fjør ikki við í Champions League kappingini fyri fyrstu ferð í mong ár.
Farna kappingarár í Premier League hilnaðist tó betri hjá Manchester United, sum endaði á einum fjórða plássið. Fjórða plássið hevur við sær tveir undankappingardystir til Champions League kappingina.
Í kvøld skal Manchester United spæla fyrra undankappingardystin til Champions League kappingina. Dysturin verður á heimavølli á Old Trafford, har Manchester United skal taka ímóti belgiska felagnum, Club Brugge.
Manchester United er undan dystinum ein stórur favorittur, men tað er eingin loyna, at felagið teir fyrstu dystirnar í ár, hevur havt tað trupult við at skapa stórar kjansir í álopsstøðu.
Fyri flestu Manchester United fjeppararnar er tó vón um, at Manchester United í kvøld fær glið á álopsspælið, tá teir á pappírinum møta einum liðið, ið er væl veikari enn Manchester United.
Dysturin millum Manchester United og Club Brugge byrjar klokkan 19:45, og verður vístur á donsku sjónvarpsrásini Tv3+.