Chávez: -USA hevur givið okkum krabbamein

Tað er USA, sum hevur skyldina av, at fleiri latínamerikanskir ríkisleiðarar hava fingið staðfest krabbamein tey seinastu árini. Tað heldur í hvussu er venesuelski forsetin, Hugo Cháveez.

-Tað skuldi ikki undra meg, um amerikanararnir í loyndum hava ment eina tøkni, sum kann geva fólki krabbamein, segði Chávez í einari røðu, sum hann helt á einum hernaðarligum hátíðarhaldi í gjár.

Í røðuni kom forsetin við einari stimbrandi heilsan til forsetan í Argentina, Cristina Kirchner, sum fyrr í vikuni kunngjørdi, at hon hevði fingið staðfest krabbamein, og at hon skal undir skurð í næsta mánað. Sjálvur hevur Hugo Chávez fingið viðgerð fyri krabbamein, og tað hava forsetin í Brasil, Dilma Rousseff, og forsetin í Paraguay, Fernando Lugo, eisini fingið. Tey trý siga, at tey eru vorðin frísk. Fyrrverandi brasilski forsetin Luiz Inacio da Silva hevur krabbamein og fær framvegis viðgerð.

-Hóast øll kunnu gerast sjúk, er tað, sum er hent nøkrum av okkum her í Latínamerika, sera, sera løgið, segði Hugo Chávez í røðuni í gjár.