Arsenal váttar nú, at teir eru samdir við Barcelona um ein prís fyri liðskiparin, Cesc Fabregas. Ein tann longsta framhaldssøgan seinnu árini er nú komin at enda.
Líka síðani Cesc Fabregas, sum skifti til Arsenal frá Barcelona sum 16-ára gamal, byrjaði at gera um seg á London liðnum, hava søgur verið frammi um, at Barcelona vildi hava hann aftur.
Í kvøld boðar heimasíðan hjá Arsenal frá, at teir eru komnir ásamt við Barcelona um ein prís fyri 24-ára gamla miðvallarin. Sambært The Guardian, so liggur prísurin um góðar 300 milliónir krónur.










