Kroatiski landsliðsvenjarin, Lino Cervar, slepti einari bumbu á tíðindafundi í gjár, tá hann fyri opnari mikrofon boðaði frá, at hann leggur frá sær sum landsliðsvenjari, so skjótt sum EM-endaspælið í Eysturríki er av.
Hann tímir ikki at standa á odda fyri landsliðnum longur, tí eingin trýr upp á tað arbeiði, hann hevur roynt at lagt lunnar undir síðani 2002.
– Okkara landslið skal ikki toppa fyrr enn í OL í 2012, men eingin leggur í at lurta, tá tað verður sagt. Í staðin koma øll við atfinningum og negativum viðmerkingum. Eg finni meg ikki í tí meira, so tí gevist eg, so skjótt vit eru lidnir her, segði Cervar framman fyri gapandi fjøldini av ítróttarjournalistum.
Bara fáar minuttir undan tíðindafundinum hevði Cervar fortalt spælarunum um avgerð sína, og tað ljóðar, at lagið eftirfylgjandi var ringt í kroatisku landsliðsleguni.