Cermaq flytir fýra miljónir laksar undan algum

Mátingar í Troms og Nordland vísa, at har eru framvegis nógvar algur.

 

 

Alifelagið Cermaq í Noregi tók í gjárkvøldið avgerð um at flyta tríggjar alistøðir hjá felagnum við tilsamans fýra miljónum laksum, tí vandi er fyri, at eitrandi algur fara at gera av við fiskin, har alingin liggur.

Orsøkin til hesa avgerð byggir á nýggj "streymmodellir", sum norðmenn rópa tað - og á frágreiðingar um, at algur spreiða seg í ein útsynning úr alguraktu økjunum i Ofotfjørðinum.

Sambært www.ilaks.no verður fiskurin fluttur úr Sagfjord-økinum í Nordland til økir í Nordfolda í Steigen.

- Algurnar hava flutt seg móti alistøðunum, og alarar hava tí gjørt av at flyta fiskin av ótta fyri, at algurnar fara at gera um seg, sigur økisstjórin í norska Fiskeridirektoratinum, Janne Andersen, við heimasíðuna.

##med2##

Hon leggur aftrat, at flytingin byrjaði longu seint mikukvøldið og fer helst at taka eina tíð, tí talan er um so nógvan fisk, sum skal flytast. Seinasta dagføringin hjá Fiskeridirektoratet sigur, at 7,8 miljónir laksar eru deyðir orsakað av algublómingini í Nordland og Troms.

Aðrar alifyritøkur, sum hava flutt fisk úr alguraktum øki, eru Nordlaks, sum hevur flutt fisk úr Våtvika til Brottøy - og frá Kalvehodet til Bergvikodden. Ellingsen Seafood flytir eisini fisk frá Skarvhausen til Korsnes.

Felagið Nordnorsk Stamfisk hevur eisini søkt um loyvi at flyta lívfisk úr Sandøy í Steigen til Kalvøy í Lurøy.

Haraftrat umhugsaðu Lerøy Aurora at flyta fisk úr Tussøya, Sessøya og Angstauren, sum liggja á ytru síðu av Kvaløya í Tromsø, til Gourtesjohka í Lyngen og Follesøy í Skjervøy.

- Vit umhugsaðu at flyta, men ætlaninar eru nú sleptar. Hinvegin halda vit neyvt eyguni eftir fiskinum, og vit eru til reiðar, um viðurskiftini broytast, sigur Krister Hoaas í Lerøy við www.ilaks.

Mátingar í Troms og Nordland vísa, at har eru framvegis nógvar algur. Tó eru ongar fráboðanir komnar um, at nýggj alibrúk eru rakt í økinum.