Eftir øllum at døma má Chelsea vera vandamikla áleyparan, Jan Vennegoot of Hesseling, fyriuttan, tá teir týskvøldið spæla móti donsku meistarunum úr FCK.
27 ára gamli áleyparin noyddist skaddur av føllinum, tá Celtic um vikuskiftið spæla grannauppgerð móti Glasgow. Og roknað verður ikki við, at hann er førur fyri at spæla longu týskvøldið.
Celtic vann annars uppgerðina 2-0, og var tað danski miðvallarin, Thomas Gravesen, ið skoraði fyrra málið.










