Danski bólkurin, sum spældi á ólavsøkukonsertini í summar, hevur mist annan av frontfigurunum, nú songkvinnan og keyboard-spælarin Cecilie gevst. 22 ára gamla Cecilie sigur, at eftir tíggju ár í Duné, er tíðin búgvin til at royna okkurt nýtt, men hon leggur dent á, at tað er í bestu semju nú hon og bólkurin fara hvør til sítt.
Heilt ítøkiliga hvat Cecilie ætlar sær í gongd við, sigur søgan einki um, men í einum sjónbandi sigur hon, at hon hevur nógvar avbjóðingar fyri framman ? persónligar eins væl og tónlistarligar.
Sjálvur bólkurin Duné heldur nú fram uttan Cecilie. Dreingirnir, sum eftir eru í bólkinum, spæla í Greve, Odsene og Århus henda mánaðin, og hava síðani eina konsert í Store Vega í Keypmannahavn 1. desember.










