Cecilia Eysturdal hevur sett føroyskt met

Cecilia Eysturdal setti fyri løtu síðani føroyskt met í 1500 metra frísvimjing.

Sambært svimjing.com setti Cecilia Eysturdal fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing á langgeil. Hetta gjørdi hon, tá ið hon á Danish Open 2014 stevnuni í Bellahøj svam teinin uppá 17:51.83.

Mona Simonsen átti føroyska metið, sum Cecilia Eysturdal nú hevur tikið. Tann tíðin var 17:57.61, og varð sett til DM í 2009. Samanlagt bleiv Cecilia nr 3 av teimum sum svumu innleiðandi í morgun. Cecilia svimur fyri Ægir í Klaksvík. Besta tíð hjá henni áðrenn føroyska metið var 18:21:37. Hesa tíðina svam hon til Danish Open í 2013.