Cecil aftur fremst

Cecil Weihe vann Tórshavn Marathon, hóast hann dagin fyri hevði runnið hálvt marathon á Oyggjaleikunum í Hetlandi

Tórshavn Marathon varð runnið fyri triðju ferð um vikuskiftið, og hetta er ein kapping, sum er komin fyri at verða. Í ár vóru tað 169 fólk (104 mans og 65 kvinnur), sum runnu teir fýra ymisku teinarnar, sum eru partur av Tórshavn Marathon.

Marathon
Á Longsta teininum (Marathon) vóru tað 33 mans og 3 kvinnur, sum komu á mál. Her var tað Cecil Weihe (Bragdið), sum fór við sigrinum. Hetta var dagin eftir, at hann rann hálvt marathon á oyggjaleikunum í Hetlandi. Cecil rann teinin uppá 2 tímar 56 min og 15 sekund. Honum á baki komu Borgar Biskupstø (Treysti) og Sigurð B. Justinussen (Bragdið). Veteranarnir Pól Sundskarð (Treysti) og Jósvein H. Olsen (Bragdið) komu á fjórða og fimta plássi, og gjørdust teir tí nummar eitt og tvey í veteran bólkinum. Hjá kvinnunum vann Petra G. Neuman (Treysti) frammanfyri Britt H. Sørensen (Danmark) við Majbritt Vestergaard (Ísland) á triðja plássinum. Petra rann teinin uppá 3 tímar 37 min og 33 sekund.
Hálvt-marathon
Eins og á marathon-teininum var tað ein oyggjaleika luttakari, sum vann í hálvum marathon. Tað var Guttorm Sørensen úr Treystinum. Hann rann teinin uppá 1 tíma 27 min og 58 sekund, ella umleið níggju minuttir seinni enn tá hann rann sama tein dagin fyri á Hetlandi. Nummar tvey gjørdist Trygvi Hansen (Bragdið) við veteraninum Óla Olsen (Bragdið) á triðja plássinum.
Hjá kvinnunum vann Sigrid Sivertsen (Treysti) framman fyri Ann Thomsen (Bragdið) við Gunvá Egholm á triðja plássinum. Tíðin, sum Sigrid, rann teinin uppá var 1 tíma 51 min og 10 sekund.

5,6 km
Hendan teinin vann yngsti maður í kappingini. Tað var Jan Elmar Sørensen úr Treystinum, sum rann teinin uppá 23 min og 32 sekund. Hann var næstan tveir minnuttir skjótari á mál enn næsti maður, sum var Carl Eli N. Samuelsen , ið aftur var góðan hálvan minnutt frammanfyri Tummas Justinussen (Bragdið). Eins og hjá monnum vóru tað tey ungu sum vístu vegin í kappingini hjá kvinnum. Her vann Bjørk H. Olsen (Bragdið) frammanfyri Joan Bláfoss við Rannvu Djurholm (Bragdið) á triðja plássinum.

3 km
Hesin teinur er bert fyri børn, sum eru fødd í 1993 ella seinni. Børnini, sum fyri stuttum hava verið í Svøríki og runnið, stóðu seg aftur væl. Hjá gentunum var tað Rebekka Fuglø (Treysti), ið vann við Silju Niclassen (Frælsi) beint í hølunum. Á triðja plássi var Kristín Lív Jónsdóttir (Ísland) og Bjørk R. Svabo (Frælsi) endaði á fjórða plássinum.
Hjá dreingjum var tað Rúni Seloy (Bragdið) ið vann framman fyri Árna Johannesen við Boga Berg (Bragdið) á triðja plássinum. Her er vert at leggja til merkis, at Árni er tvey ár yngri enn hinir báðir heiðursmerkja vinnarnir.